.......Toga teg tvídeildir tankar – tosa til tóman, tærandi tosta – teska tær trega og troyst........
   ON.FO  info    -    E-mail

ON-to-logiskar ON-line-loysnir hjá O.N. ...♫..." on and on and on "... ♫...

.......Lokkandi lúrir hin lemjandi lund – Listin, ið lutar mær lagnunnar lyndi.......


FO-Domenir:
• musik.fo • notar.fo • on.fo • sang.fo

COM-Domenir:
• oli-nic.com • piano-chords.com

Road Work Clip Art Eg arbeiði sum er við hesum heimasíðuprojektum: Hand And Pen Clip Art

• oli-nic.com – persónliga heimasíða mín - hon verður ikki dagførd regluliga
• sang.fo – Eg arbeiði eitt sindur við henni av og á - sí http://sang.fo/?view=about
• piano-chords.com – Eg havi útviklað hetta liðugt fyri fleiri árum síðani - t.v.s. tað er klárt til at programmera, men eg dugi ikki at programmera tað sjálvur, og eg raðfesti ikki at gjalda øðrum fyri tað, sum støðan er.

Wing Clip Art Framtíðarætlanir: Wing Clip Art

• V.v. tí føroysku bíbliuni, so royni eg í fyrstu atløgu at fáa ávirkan á komandi revideringina av V.D. bíbliuni - og so taki eg støðu út frá hvussu tað gekk.
• NOTAR.FO – on-line nótabók í PDF við nummarrøðini hjá MUSIK.FO

Flying Dove Clip Art Sleptar ætlanir: Crow Clip Art

• Yrkingaportalurin, YRKINGAR.FO er avlýstur.
• Bíbliuportalurin, BIBLIUR.FO er somuleiðis avlýstur. Tað er eingin meining í at uppfinna tann djúpa tallerkin fleiri ferðir - og brúka tíð uppá slíkt, sum onnur longu hava gjørt betri enn eg kann gera. Eg viðmæli biblos.com og bibleworks.com yvirhøvur, og Biblian.fo og SKRIFTIN til V.D. Bíbliuna. Føroyska KJV-NT er umsett eftir TR, sum eg metið vera upprunatekstin, men mær dámar betri málbúnan hjá V.D.

Cut Credit Card Clip Art ... Cut the losses ... ballon

Sang.fo (íroknað Musik.fo) heldur fram - við avmarkaðum arbeiðsinnsatsi.......

Óli Nicodemussen

 

.......Mælti mær miskunn, mín máttleysa mynd.......

- - -

Haldi áfram hálvgum ræddur -
Adam, hvar ert tú nú staddur,
tekkja sjálvan teg tú skal.
Enn er leivd av hasum fræi,
ið tú stjólst av kunnleikstræði -
tynnist tó títt dagatal.


- - -

Reikaði um heljargrundir
hugur, og tær myrku lundir
úti ytst við tilverunnar trom
Andin og Tín brúður siga:
"Himnadrottur, hoyr vit biða,
Guds- og mannasonur, Kom!"